Tingbólkarnir hava gjøgnumgingið tað, sum higartil er fest á blað í nýggja samgonguskjalinum, sum Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin í hesum døgum samráðast um.
Hóast samgonguskjalið er ikki heilt liðugt enn, væntar Bárður á Steig Nielsen at koma á mál áðrenn middag í morgin.
- Tað eru nøkur heilt fá tøk eftir at taka, so eru vit komin á mállinjuna. Men tað eru eisini tey tøkini, sum eru tey tyngstu, og teimum sita vit við nú, segði samráðingarleiðarin og formaðurin í Sambandsflokkinum á FM1 í dag.
Á pílinum undir myndini kanst tú lurta eftir longri samrøðu, sum Árni Gregersen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen í tíðindunum á FM1 klokkan 17 í dag.