Tað vakti ans fyri nøkrum vikum síðan, tá Tórshavnar kommuna setti eina hús í Bringsnagøtu til sølu fyri 500.000 krónur, tí umframt at húsið eru í sera vánaligum standi og eru einans 20 fermetrar til víddar, so lýsti kommunan eisini bústaðarskyldu á ognina.
Nú tykist tó, at prísurin var í lægra lagi. Seinasti boðið upp á húsið, tá tað í gjár bleiv tikið av marknaðinum, var 750.000 krónur. Tað er 250.000 krónur yvir prísuppskotið, og bjóðar keyparin 37.500 krónur fyri fermeturin.
Tað er tó ikki greitt, um viðkomandi, ið gav hægsta boð, fær ognina, tí Tórshavnar kommuna hevur tilskila sær rættin til at velja og vraka ímillum øll innkomnu boðini.
Greiða fæst endaliga á um hægsta boð fær ognina á næsta býráðsfundi, tá býráðslimir skulu taka støðu til søluna.