Føroyska talvlandsliðið fór nú klokkan 14 undir fimta umfarið í talv OL, sum í hesum døgum er í Dresden í Týsklandi.
Mótstøðuliðið í dag er Bolivia. Einki er at ivast í, at mótstøðan er stór, men um mett verður út frá styrkistølunum, so áttu vánirnar at verið betri í dag, enn tær vóru í gjár, tá ið føroyingarnir telvaðu ímóti Hollandi. Tá eydnaðist tað at vinna 1,5 stig ímóti stórfavorittunum.
Sambært fínu heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, so kom tað púra óvart á hálendingarnar, at Helgi Dam Ziska og Jóan Hendrik Andreasen skuldu ávikavíst vinna á fyrsta borði og megna remis á fjórða borði.
Føroyska manningin er í dag tann sama, sum hon var í gjár: Helgi Dam Ziska, Heini Olsen, John Rødgaard og Jóan Hendrik Andreasen. Heini og Jóan Hendrik sita við hvítum og hinir báðir við svørtum.
Tað ber til at fylgja við á farochess.com.