Heimsins størsta víkingaskip, Draken Harald Hårfagre, ið vitjaði Føroyar í byrjani av mai, kom leygardagin loksins fram til grønlendska býin Qaqortoq.
Harvið hevur manningin umborð á skipinum megna at siglt úr Haugesund í Norra til Grønlands, har tað er steðga á í Føroyum og Íslandi á vegnum. Ætlanin var annars at sigla beina leið úr Haugesund til Grønlands, men vegna veður varð steðgað í Føroyum og Íslandi á vegnum, sambært norska miðlinum Aftenposten.
Skipið hevur annars kós móti Amerika, og er endamálið at endurskapa sjóferðina hjá víkingunum tvørturum Norðuratlanshavið. Eftir ætlan skal skipið vera í L'Anse aux Meadows í Kanada áðrenn 1. juni. Í Norðuramerika fer skipið at vitja ymiskar býir í Kanada og USA.
Skipið varð bygt í norska býnum Haugesund í 2012 og er bygt eftir einum modelli av Orminum Langa.