Eru nú eisini komin undir havbotnin í Sandoynni

Nú eru tey komin gott og væl í helvt við arbeiðnum at bora sandoyartunnilin

Í síðstu viku vórðu 102 metrar boraðir í Sandoyartunlinum, og sostatt royndir vikan rættiliga væl hjá teimum, sum gera arbeiðið.

Nú eru sostatt 5.724 metrar boraðir av teimum 10.785 metrunum, sum tunnilin er tilsamans og tað merkir, at tey eru komin gott og væl í helvt.

Felagið, sum sendur fyri arbeiðnum, sigur, at í Traðardali vórðu 79 metrar og nú eru tey eisini komin undir havbotnin Sandoyarmegin. Tilsamans eru 3.002 metrar boraðir sandoyarmegin.

Á Gomlurætt vórðu 23 metrar boraðir í síðstu viku, og  har eru nú 2.722 metrar boraðir tilsamans.

Á Gomlurætt varð annars hildið fram við arbeiðnum at bora annan pumpubrunnin Streymoyarmegin, umframt at sjøtul varð settur á arbeiðið at gera eitt vegastrekki afturat. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt seinni í vikuni og tá eru umleið 2.300 metrar av vegi gjørdir í tunnilin.