Tað gongur spakuliga framá í boringini av undirsjóvartunlinum, ið skal samanbinda høvuðsstaðin og Skálafjørðin.
Í seinastu dagføringina um gongdina hjá tunnilsliðnum boðar p/f Eystur- og Sandoyartunlar frá, at tað í síðstu viku blivu sprongdar 145 metrar frá báðum síðum.
- Í viku 39 vóru sprongdir 81 metrar á Hvítanesi og 64 metrar á Strondum. Í alt er hetta 145 metrar. Á Hvítanesi eru nú boraðir 891 metrar og á Strondum 1.132 metrar. Samanlagt gevur tað 2.023 metrar, skrivar felagið á Facebook.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður eisini upplýst, at man á Strondum nú er komin 54 metrar undir vatnskorpuna, meðan man á Hvítanes er 26 metrar undir vatnskorpuni.