Í kjakinum í dag luttaka (umframt vertin) Rani Nolsøe, tónleikari og nú ráðgevi hjá íverksetarum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur og ritstjóri á Vencil, og Hanus Samró, rithøvundur og politikari.
Teir fara at kjakast um politikk og mentan.
”Tit kunnu eiga allar lóggevararnar, bara vit eiga tey listafólkini, sum yrkja sangirnar og smíða tónaløgini, ið ávirka tíðarandan,” skal onkur gløggur politikari hava sagt.
So er spurningurin, um listafólk hava serligar gávur til at lesa ta politisku gongdina rætt av og at rætta hana inn.
Eru mentafólk eitt slag av politiskari og samfelagsligari samvitsku, ella mistaka tey seg líka nógv og ofta sum fjøldin, ’tað blinda liðið’, sum Christian Matras kallaði tey nógvu?
Uttan at ganga nøkrum listafólki ov nær, ber til at siga, at tey flestu hava virkað fyri sjálvstýri og/ella fyri javna í Føroyum. Tjóðskapur og útjavning hava givið flestu listafólkum íblástur.
So er spurningurin, hvussu góð fruktin, avgrøðin ella skurðurin hava verið av hesum politiska og mentanarliga rákinum, ið hevur drivið ikki bert Føroyar, men Vestanlond og tað mesta av heiminum fram hesa farnu øldina síðan vanlukkuna í 1914, fyrsta heimsbardaga, hvørs byrjan vit halda 100-árið fyri nú í 2014.
Í ár er fjórðingsøld liðin, síðan ímyndin av tí eksistentiella stríðnum, av bardaganum millum lív og deyða, Jarntjaldið ella Berlinmúririn fall, og Evropa varð sameint aftur, fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga.
Hava vit lært nakað av hesum harða tvídrátti, ella togast vit um somu mentunarligu og politisku virði við sama lag?
Hvørja støðu taka listafólk til tær avbjóðingar, sum nýggjar hóttanir, eitt nú altjóða yvirgangur, bera í sær?
Nær fylgja lista- og mentafólk bara tí trygga rákinum, sum tey eru samd um, er frægasta leið undir verandi umstøðum?
Eru lista- og mentafólk ofta ella sjáldan rúkandi ósamd sínámillum, hvør politisk leið er hin rætta?
Tað og aðrar viðkomandi spurningar fara tey við pallborðið at kjakast um í dag.