Eru liðug við samgonguskjalið

Aksel V. Johannesen sigur, teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um at skipa landsstýrið, eru lidnir við samgonguskjalið – tað skal líka fínpussast, sigur hann.

 

– Tað eru bara nakrir snøklar eftir, segði hann í tíðindunum á FM1 klokkan 12.

 

Á middegi fóru flokkarnir at viðgera samgonguskjalið, og klokkan 13 verður farið undir málsøkjabýtið, segði Aksel V. Johannesen.

Hann segði, at Løgmansskrivstovan kemur at tosa við samráðingarbólkin at geva teimum eitt fakligt boð uppá, hvussu aðalráðini best verða skipað, hvørji málsøkið liggja best saman og so framvegis.

Í morgin er freistin frá løgtingsformanninum út, og tá væntar Aksel V. Johannesen at alt er upp á pláss.

– Men tú veitst ongantíð, hvussu tað er í politikki, tí har kann alt henda, sigur hann sum fyrivarni. Men tað er í øllum førum ætlanin.

Hann ætlar eisini, at alt skal verða klárt til løgtingsfundin hósdagin, tá í hvussu so er løgtingsformaður skal veljast.

– Tá ætla vit at hava alt upp á pláss, so at landsstýrisfólkini eisini kunnu tilnevnast fyri jól, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari.