Samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eru leiddir og keddir av at vit alla tíðina skulu taka støðu til norðaru og syðru helvt í Suðuroynni.
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, sigur, at tvídrátturin ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroy hongur teimum langt út av hálsinum.
Hov liggur mitt í Suðuroynni og tá ið koyrandi er ígjøgnum Hovstunnilin, er áleið líka langt úr Hovi á Tvøroyri, sum tað er úr Hovi til Vágs.
Men tað skerst ikki burtur, at tað er ein ávís kapping á ymsum økjum ímillum syðru helvt í Suðuroy við Vág á odda og nroðaru helvt í oynni við Tvøroyri á odda. Ikki minst kemur hendan kppingin til sjóndar, tá ið tað snýr seg um at fáa almennar tænastur og almenn arbeiðspláss í suðuroy.
Og av tí at hovbingar liggja mitt í millum, skulu teir javnan og savnan taka støðu til, hvønn part teir vilja samstarva við, norðaru helvt ella syðru helvt.
Seinasta dømi um hetta var nú ætlanin var at stovna eina felags sosiala deild fyri Suðuroy.
Tað miseydnaðist, tí vágbingar vildu ikki ganga undir treytirnar, sum lógu á borðinum um, at sosiala deild skuldi vera á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, samstundis sum um at hon skuldi fevna um so nógv viðurskifti, at ein býráðslimur í Vági helt fyri, at so kundu tey akkurát tað sama avmontera Vágs Býráð.
Sostatt hava fýra kommunur í Suðuroy nú tikið seg saman um eina felags Sosiala deild: Tær eru syðsta kommuna í oynni, Sumbiar Kommuna og tær tríggjar norðastu kommunurnjar, Tvøroyri, Fámjin og Hvalba.
Samstundis arbeiða Vágur og Porkeri við at stovna eina felags sosiala deild fyri tær báðar kommunurnar.
Sostatt er bara Hov eftir, sum nú liggur sum lús ímillum tvær negl.
Spurningurin hevur verið um hovbingar ætlar sær upp í eitt samstarv við Vág og Porkeri um sosiala deild, ella um teir heldur venda kikaran norðureftir og samstarva við Tvøroyri & co.
Men Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi sigur, at hovbingar ætla at halda seg heilt uttanveltaðar.
Hann sigur, at bygdaráðið í Hovi hevur viðgjørt spurningin um sosiala deild í Suðuroy.
- Niðurstøðan var, at fyribils fara vit hvørki upp í samstarvið ímillum Vág og Porkeri ella upp í hitt samstarvi, sigur hann.
- Vit skulu javnan og savnan taka støðu til um vit skulu samstarva við syðru helvt ella norðaru helvt í Suðuroy og tann leiklutin tíma vit ikki at vera í longur, sigur hann.
Nógvir hovbingar arbeiða á Tvøroyri og hovbingar arbeiða eisini í Vági. Og tað kann ikki vera meiningin, at teir, sum arbeiða á Tvøroyri, skulu fyrst til Vágs við børnunum á dagstovn, ella øvugt.
Hann vísir á, at hovbingar samstarva væl við bæði Vág og Tvøroyri og tað ætla teir at halda fram við.
Hovbingar hava havt børn í ansing bæði á Tvøroyri, í Porkeri og í Vági. Annars samstarvar Hovs Kommuna við Vág um læknamiðstøð, sløkkiliðið og annað.
Tað eru samstørv, sum rigga væl og tað ætla vit at halda fram við, sigur Delmar Tausen
- Tí ætla vit hvørki at binda okkum at øðrum partinum ella hinum, leggur hann afturat.