Eru koppsett - men kunnu ikki fáa koronupass

Tað eru ikki øll, sum kunnu fáa koronupass, hóast tey eru koppsett, men nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at broyta tað

Nú ætlar Landsstýrið at leggja uppskot fytri Løgtingið um at lækka aldursmarkið fyri, nær ein kann fáa talgilda samleikan, sum verður alsamt meiri brúktur.

 

Í løtuni er aldursmarkið 15 ár, men nú verður tað lækkað niður í 13 ár. Ein orsøk til tað er, at fyri at fáa talgilt koronupass, skulu fólk hava Samleikan. Tað merkir, at sum nú er, kunnu tey 12-14 ára gomlu, sum verða koppsett, ikki fáa koronupass, og tí verður aldursmarkið lækkað. Koronupass er eitt krav nógvastaðni, har fólk ferðast.  

 

Somuleiðis hava bankarnir víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár og tá er tað ein fyrimunur at tey hava talgilda samleikan. Tað er eisini ein fyrimunur hjá kommunum í sambandi við tiltakið »Ung í arbeiði« verkætlanina.

 

Men landsstýrið vísir kortini á, at at hóast aldursmarkið verður lækkað til 13 ár, merkir hetta ikki, at ein 13 ára gamal fær nøkur nýggj rættindi, ella atgongd til nýggjar tænastur, ið hesin ikki hevði áðrenn.

 

Sum nú er, er 13 ár aldursmark fyri at vera á Facebook, Snapchat og Instagram og landsstýrið metir, at 13 ára gomul eisini eru nóg búgvin til at skilja og samtykkja treytirnar fyri at brúka talgilda samleikan, tí tær eru munandi einfaldari enn treytirnar fyri at vera á Facebook, instagram og Snapchat.