Í løtuni er umleið helvtin av tilmælunum í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, sett í verk. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað gongst við arbeiðnum at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Sirið Stenberg sigur, at ein fortreyt fyri at kunna seta fleiri av tilmælunum í verk, er, at sjúkrahúsini verða løgd saman við einum ovasta leiðara. Tað varð gjørt í fjør og leiðslan í sjúkrahúsverkinum sigur, at tað hevur riggað væl, sigur Sirið Stenberg.
Les eisini: Nú fáa tey trý sjúkrahúsini felags bíðilista
Hon sigur, at ortopedi er eitt gott dømi um góða samskipan, tí umframt virksemið á Landssjúkrahúsinum er ortopedi bæði í Klaksvík og í Suðuroy. Ortopedur á Landssjúkrahúsinum, er á Klaksvíkar sjúkrahúsi eina viku um mánaðin og somuleiðis er ortopedur eina viku um mánaðin á Suðuroyar sjúkrahúsi, har hann skurðviðger sjúklingar.
Eitt annað frambrot er á røntgenøkinum, har arbeitt hevur verið við at fáa so nógvar vanligar røntgenkanningar sum gjørligt í Suðuroy og í Klaksvík.
Harafturat er MR-skannarin nú í nýtslu allar yrkadagar í vikuni, har hann áður bara varð nýttur tveir yrkadagar um vikuna. Sostatt er talið á skanningum nú heili 41 prosent størri enn tað hevur verið, sigur Sirið Stenberg.
Les eisini: Eitt stórt framstig fyri sjúklingar í Suðuroy
Bøtta samskipanin millum sjúkrahúsini hevur eisini havt við sær, at pláss hevur verið fyri at veita nýggj tilboð, og í hesum sambandi er endurvenjing ment bæði á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.
– Í Klaksvík verður ein deild til endurvenjing stovnað og tað er eitt nýbrot í Føroyum, tí nú sleppa fleiri sjúklingar frá at fara uttanlands. Á Suðuroyar sjúkrahúsi verður eisini arbeitt við at seta í verk endurvenjing fyri sjúklingar við parkinson.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi er eisini ein pínuklinikk sett á stovn til sjúklingar við varandi pínu og tað hevur heldur ikki verið í Føroyum áður og í løtuni eru 150-200 sjúklingar í viðgerð á pínuklinikkini í Suðuroy.
Eisini hevur Suðuroyar sjúkrahús fingið ein nýggjan lasara til a knúsa nýrasteinar. Síðani lasarin varð tikin í brúk, hava umleið 100 sjúklingar fingið viðgerð við honum, og hetta eru sjúklingar, sum annars skuldi verðið sendir uttanlands.
– Størsta frambrotið er tó, at í dag eru 10 serlæknar fleiri í sjúkrahúsverkinum enn í 2016 og sergreinir, ið hava verið ómannaðar í mong ár, eru nú mannaðar við serlæknum í føstum starvi. Tað svarar til ein vøkstur upp á umleið ein fjórðing.
Nevnast kann, at loksins hevur eydnast at fáa sett ein lungnalækna aftur í starv, umframt at fleiri psykiatarar eru komnir aftrat - og nú eru fýra barnalæknar á Barnadeildini. Eisini eru hjartalækni og giktalækni settir, umframt at serlækni í stoffskiftissjúkum og diabetis, er fyri fyrstu fer settur í Føroyum, og eisini er røntgenlækni fyri stuttum settur.
Eisini í Suðuroy er eisini narkosulælækni settur, tað er sami lækni, sum er serlækni í pínuviðgerð, sigur Sirið Stenberg.