Á tingsins røðarapalli í morgun hava trý tingfólk, Rigmor Dam, Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen, kært sína neyð um viðurskiftini í varðhaldinum í Mjørkadali.
- Vit vóru kedd og skelkaði av umstøðunum, teir høvdu har uppi, sigur Rigmor Dam. Tað vóru trivnaðarnevndin og rættarnevndin, sum vóru á vitjan uppi í Mjørkadali.
- Í Føroyum hevur man ikki somu rættindi sum fongslaður, sum man ger niðri, men einans tey rættindi, ein hevur sum varðhaldsfongslaður, sigur hon.
Rigmor Dam var gestur hjá Hilmar Jan Hansen í tíðindunum á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni teirra millum.










