Í langa tíð hevur familjan Jackson roynt at sannført heimum um, at tey trý børnini hjá Micheal Jackson, Prince Micheal 12, Paris 11 og Blanket 7, eru eins og øll onnur børn.
Men kundar á navnframu hárfríðkanarstovuni Andy Lecompte í Los Angeles siga nakað heilt annað. Tey vóru nærmast skelkað, eftir at Paris var á hárfríðkanarstovuni saman við beiggjum sínum.
Henda hárfríðkanarstovan er sera kend og vælumtók, og tað er ikki bara ein og hvør smágenta, sum kemur á gátt á hesi hárfríðkanarstovuni. Millum tey vitjandi eru Britney Spears, Madonna, Jennifer Lopez og Gwyneth Paltrow. Viðskiftafólkini eru ikki hvør sum helst, og tey eru von við, at stjørnur koma inn við serligum krøvum.
- Tey bóru seg ikki at sum vanlig børn, har var eingin gleði og einki samskifti millum tey. Eg veit væl, at tey júst hava mist pápa sín, men tey virkaðu heilt kensluleys. Tey vóru sum tríggir robottar, sigur ein skelkaður kundi við blaðið The Sun.
Blaðið var til staðar, tá Paris klipti sítt langa myrka hár til eina smarta frisuru og koyrdi svart neglalakk á. Hetta er ikki júst tað ein kallar fyri heilt vanlig børn.