At ísfiskatrolarin Fram stendur fastur á bedingsvogninum á skipasmiðjuni á Skála, kundi havt við sær, at skipini, sum standa uppi á bedingini, Bakur og Stelkur, missa fiskitíð, tí tey ikki sleppa av aftur, fyrr enn Fram er leysur.
Men Sosialurin hevur skilt, at Bakur og Stelkur eru ikki lidnir á bedingini enn, og tí høvdu teir ikki komið av aftur enn kortini.
Hetta hava vit tó ikki fingið váttað í morgun, tí eingin, sum hevur við skipini at gera, er at hitta.
Stjórin í Faroe Origin, sum eitt nú eigur Bak og Stelk, svarar ikki, og tað ger Ingi Hansen, sum eisini hevur við skipini at gera, heldur ikki.
Stutt fyri middag í dag royndu vit eisini at fáa fatur á Christoffi Lützen, bedingsmeistara, men telefonin hjá honum svaraði heldur ikki.
Tá vit høvdu skipasmiðjustjóran, Mourits Mohr, í telefonini í morgun, skiltist, at fundarvirksemi var á Skála um viðurskiftini.
Heldur ikki Hanus Hansen, reiðari á Fram og Vestmenningi, var at hitta á JFK-Troli í morgun, og tí er tað okkara meting, at allir partar, sum eru partur av støðuni á bedingini á Skála, hava sitið á fundi í morgun.