Eru ikki frá Skúlanum við Løgmannabreyt

Seinastu dagarnar hava dreingir savnað pening til uttanlandsferð í Vesturbýnum. Teir siga seg vera frá skúlanum við Løgmannabreyt.

Í gjárkvøldið fekk ein kona í Vesturbýnum í Havn vitjan av nøkrum fittum dreingjum, ið søgdu seg koma frá Skúlanum við Løgmannabreyt. Teir gingu hús úr húsi at savna pening til eina Íslandsferð hjá flokkinum. Við sær høvdu teir ein kláran plastposa, har nakað av peningi lá í.

 

Tað vísir seg tó, at dreingirnir als ikki eru av skúlanum við Løgmannabreyt. Tað váttar skúlastjórin Høgni Joensen fyri in.fo, sum gerst heldur ovfarin, tá vit siga honum frá hendingini.

- Eg kann við vissu siga, at tað ikki er skúlin við Løgmannabreyt, ið stendur aftan fyri, tí vit senda als ikki næmingar á námsferð uttanlands, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

 

Hann sigur, at tað er ein avgerð, sum stýrið á skúlanum tók fyri nøkrum árum síðani.

- Tíðirnar vóru ikki heilt tær somu tá, og tí avgjørdu vit, at vit ikki skuldu leggja hesa eyka byrði á foreldrini at bera, at fíggja eina uttanlandsferð fyri børnini, sigur hann.

 

Høgni Joensen sigur, at hann undrast á uppfinnsemi hjá hesum dreingjunum, men tað er ikki í skúlans ørindum, at teir ganga runt og biðja um pening.

- Tað er eisini løgið, at gera tað í Vesturbýnum, tí allir okkara næmingar búgva her í Hoyvík, sigur Høgni Joensen at enda.