##med2##
Annfinn Joensen, formaður og Maja Henriksen, peningarøkil í SÍ vóru gestir í Flogbóltspanelinum Óli G. Samuelsen reikaði fyri seint seinnapartin í dag.
Eitt afturvendandi evnið tá SÍ er í miðlunum eru manglandi umstøðurnar flogbólturin í Sørvági hevur mett í mun til onnur flogbóltsfeløg í landinum.
Í SÍ vóna tey, at ein nýggj og tíðarhóskandi flogbóltshøll skjótt kemur, men kommunan hevur aðrar íløgur á breddanum, so tey eru ikki so ræðuliga bjartskygd í SÍ.
21 ára gamla russiska, Julia Kuvshinova, ið er berandi leikari hjá SÍ-kvinnunum hevur gjørt stóran mun síðani hon kom til Sørvágs at spæla við SÍ.
Maja Henriksen greiddi frá, at tey í nevndini hildu, at tað var tvingandi neyðugt at gera nakað, tí tað gekk alt ov illa í hond hjá SÍ-kvinnunum, og tí var sent boð eftir Juliu Kuvshinova.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Flogbóltspanelið.