- Tann føroyski rossastovnurin mennist við rúkandi ferð.
Tað staðfesti Hans Petersen, formaður í Felagnum Føroysk Ross, á aðalfundi felagsins í gjár.
- Um trý ár kunnu tað verða 100 føroysk ross í Føroyum, legði hann afturat.
Hann segði, at hesi seinastu trý árini hevur Felagið Føroysk Ross, gjørt nógv burtur úr at skipa alingina av Føroyskum rossum betur.
- Ryssur, sum tað ikki hevur eydnast at fáa kvidnar, hava verið viðgjørdar av djóralækna, og nú síggjast úrslitini. Í fjør vórðu átta fyl folað, og í ár eru minst níggju fyl væntandi afturat.
- Hetta er tað mesta nakrantíð, segði formaðurin.
Somuleiðis verða DNA-royndir tiknar fyri at staðfesta upprunan hjá hvørjum einstøkum rossi og fyri at avmarka innannøringina mest møguligt og tær verða kannaðar í Svøríki.
Felagið Føroysk Ross hevur eisini tikið stig til at skipa skrásetingina av føroyskum rossum á ein nøktandi hátt. Samstarv er fingið í lag við tað íslendska bóndafelagið um at brúka ta altjóða viðurkendu skrásetingarskipanina, World Fengur.
Íslendingar hava víst Felagnum Føroysk Ross stóra vælvild, og bjóðað felagnum atgongd til skipanina fyri ein sera sámuligan prís, men avbjóðingin hjá felagnum er nú at fáa henda peningin til vega, sigur formaðurin.
Hans Petersen staðfesti eisini á aðalfundinum, at nógvir ferðavinnumøguleikar eru í sambandi við tað føroyska rossið.
- Ferðafólk spyrja eftir tí serføroyska, og her eru tey upprunaligu føroysku húsdjórini nakað sjálvsagt at vísa á. Tað føroyska rossið er bara í Føroyum, og eigur at verða nakað vit eru stolt av, vísti formaðurin á.
Tí fer felagið eisini at leggja dent á at kunna føroysk og útlendsk um føroysku rossini.
Á aðalfundinum varð nevndin í Felagnum Føroysk Ross øll afturvald. Í henni eru Hans Petersen, formaður, í miðjuni, Linda Hesselberg, skrivari, høgrumegin, og Jórun Sumberg Olsen, kassameistari. Tiltakslimir eru Signa Kallsoy Joensen og Jóna Ólavsdóttir.