Eru glaðir hóast allir partar taptu

Higartil hevur Fiskimannafelagið noktað blankt at tosa um at fiskimenn skulu betala ein part av oljuútreiðslunum hjá skipunum, men tað hevur Fiskimannafelagið nú bundið seg til at gera eftir semjuni, sum varð gjørd leygarkvøldið, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum

- Vit eru ómetaliga glaðir fyri, at skipini aftur sleppa at fiska. Men báðir partar hava tapt, tí tað er ongantíð nakar, sum vinnur í einum verkfalli.

Tað staðfestir Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, nú verkfallið hjá Fiskimannafelagnum endaði leygarkvøldið.

Kortini heldur hann, at báðir partar komu nøkunlunda heilskapaður burturúr verkfallinum og tær eykaútreiðslur, sum eru lagdar á reiðararnar í nýggja sáttmálanum, hava ikki nógv upp á seg í heildarmyndini, heldur hann.

- Tað er yvirkomiligt, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Hann fegnast serliga um, at verkfallið endaði nú, tí hann fryktaði fyri, at tað fór at vara í fleiri vikur afturat og tað hevði verið ein vanlukka fyri alt samfelagið.

- Fingu vit ikki enda á verkfallinum nú, hevði tað helst vart út í februar mánað, heldur hann.


Skulu tosa um oljuna

Tað, sum serliga skilti partarnar, var tann umstrídda oljusemjan, sum varð gjørd í seinastu samráðing. Har stendur, at fer oljan upp um 2,90 krónur fyri liturin, skulu partarnir tosa saman um oljuútreiðslurnar. Tað, sum liggur í hesum er, at fiskimenninir skulu betala ein part av oljuni.

Men hetta noktaði Fiskimannafelagið blankt og tað er var ein høvuðsatvoldin til verkfallið.

- Fiskimannafelagið hevur higartil noktað blankt at tosa um oljuna, men í nýggja sáttmálanum stendur beinleiðis, at partarnir skulu taka spurningin um útreiðslurnar til oljuna upp av nýggjum longu í ár.

- Sostatt hevur Fiskimannafelagið beinleiðis givið tilsøgn um, at vit skulu tosa um oljuna og tað er eitt frambrot, sigur Viberg Sørensen.

- Nú hava vit eina avtalu um, hvat vit skulu gera við tær øktu oljuútreiðslurnar og tað eru vit væl nøgdir við, tí tað hevur Fiskimannafelagið ikki viljað hoyrt talan um higartil, leggur hann afturat.


Endavenda sáttmálanum

Samstundis fegnast hann um, at partarnir eru samdir um at gjøgnumganga allan sáttmálan.

- Vit ætla at rudda borðið, tí sáttmálin er gamal og ótíðarhóskandi og tí er endamálið hjá Reiðarafelagnum at gera ein spildurnýggjan sáttmála og í tí sambandinum skulu vit eisini tosa um oljuna, eins og vit skulu umrøða øll onnur viðurskifti, sum hava við raksturin hjá skipunum at gera, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Hann ivast ikki í, at tað ber til at gera ein nýggjan sáttmála, sum eru til frama fyri báðar partar.

- Skipanin er stirvin og nógvar tillagingar kunnu gerast í sáttmálanum, sum koma báðum pørtum til góðar.

Tað kann gerast við rationaliseringum, eitt nú í manningartali.

- Eitt dømi er, at bæði við flakatrolarum og nótaskipum kunnu væl færri mans vera við, enn tað eru nú, sigur formaðurin Reiðarafelagnum.

- Nú vóna vit, at báðir partar fara undir hetta arbeiðið við opnum sinni fyri at fáa nakað gott burtur úr og fyri at lata upp fyri nøkrum møguleikum, sum ikki bera til nú.

Les eisini greinina: “Reiðarar betala fimm krónur meiri um dagin” og greinina “Tað leikaði hart á”.