Tað eydnaðast ikki at bjarga bátinum, sum sakk í Skopunarfirði hósnáttina, eftir at farmaskipið Mykinen, hjá Smyril Line, hevði siglt á hann.
Tveir mans vóru við bátinum, annar varð bjargaður, men hin hvarv. Síðani hevur verið leitað eftir bæði manni og báti, men til fánýtis.
Leitað varð við skannara eftir bátinum og tað eydnaðist eisini at finna hann bátin, sum liggur á 75 metra dýpi, og síðani vórðu tríggjar royndir gjørdar at dreggja eftir honum við tí endamálið at fáa hann upp.
Tað vóru tveir trolarar, Stelkur og Vesturtúgvan, sum dreggjaðu og teir fingu fatur á honum.
– Tað er einki at ivast í, at teir fingu fatur á bátin, tí olja kom upp í vatnskorpuna, samstundis sum at tað luktaði illa av olju, siga teir av Brimli. Og samstundis fór vektin á trolinum upp á 10 tons. Men tað eydnaðist ikki at fáa hann upp, og um 10 tíðina í gjárkvøldið góvust teir við royndini.
MRCC sigur, at hinvegin er báturin fluttur, so hann er ikki akkurát á somu knattstøðu longur, og teir hava ikki funnið hann aftur. Og av Brimli verður sagt, at sum støðan er nú, verða ikki fleiri royndir gjørdar at fáa bátin upp.
Botnurin er ógvuliga ringur og tað rekur hart, so tað er ringt at arbeiða, siga tey á MRCC. MRCC sigur eisini, at í løtuni verður heldur ikki leitað longur eftir manninum, sum ikki er komin aftur íaftur, men sum dagurin líður, verður støða tikin til, hvat skal gerast í málinum.
– Vit leitaðu ógvuliga væl allan hósdagin og nakað av leiting var eisini í gjár, og seinni í dag verður so støða tikin til, hvussu farast skal fram hereftir, sigur MRCC.