Løgreglan er nú givin at leita á sjónum útfyri ljósá, eftir at ein frítíðarkavari fann eina beinagrind á botni, á 22 metra dýpi, 100 metrar úr landi. Beinagrindin varð bjargað í land, men síðani hildu kavarar fram at leita rundan um har hon lá, at vita um meiri var at finna.
Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, segði við Rás2 á miðdegi, at tey hava dustsogið botnin og har hava teir funnið nakað av beinagrind afturat. Hann sigur, at tað enn ber ikki til hjá serfrøðingum at siga nakað um, hvussu leingi beinagrindin hevur ligið á botni.
Men serfrøðingar í Danmark eru nú farnir undir arbeiðið at eyðmerkja beinagrindina og enn er óvist, hvussu langa tíð, tað fer at taka.
- Vit eru øll ótolin at bíðja eftir úrslitinum, men tað gerst einki annað enn at bíða í tolni, sigur Jón Klein Olsen.
|