Eru framvegis skuldsettir fyri eldsbruna

Tað tekur drúgva tíð at kanna eldsbruna á Tinghúsvegnum

Løgreglan er enn ikki komin á mál við kanningunum í sambandi við eldsbrunan í eini hús á Tinghúsvegnum í summar.

 

Tað siga tey á Kanningardeildini hjá løgreguni.

 

Tað var 20. juli í summar, at eldur kom í húsini, sum felagsskapurin Anonymir Alkoholikarar halda til í, og tey fingu stóran skaða.

 

Løgreglan sigur, at stutt eftir vórðu tveir mans í tjúgunum skuldsettir fyri at hava sett eld á. Teir eru framvegis skuldsettir, men teir hava ikki játtað seg sekar.

 

Síðani hevur løgreglan arbeitt við at kanna tey teknisku prógvini, tey hava funnið.

 

- Slíkar kanningar taka mangan drúgva tíð, og tað er ikki fyrrenn nú í vikuni, at vit hava fingið nøkur av úrslitunum aftur, siga tey á Kanningardeildini.

 

Talan er um DNA royndir og onnur prógv, og tey skulu nú knýtast upp í allar hinar kanningarnar, løgreglan hevur gjørt, í eini roynd fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni.

 

- Nú skulu úrslitini av øllum kanningarnar setast saman at vita um skuldsetingin ímóti monnunum skal standa við. Og ger hon tað, skal støða eisini takast til um talan er um óviljaða eldáseting, ella um talan er um tilvitaða eldáseting, har revsingin er rættiliga álvarslig.