Eru í ferð við at seta nýtt met

Talið á teimum, sum hava arbeiði í Føroyum, er nú líka høgt aftur, sum tað var í 2008, tá ið tað setti met

 

Nú eru tað 26.029 fólk, sum hava arbeiði í Føroyum og tað er tað sama sum tað var í apríl í 2008, tá ið talið á løntakarum annars setti met.

 

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Her er talan um árstíðarjavnað tøl og tað merkir, at lagt er upp fyri sveiggjum, sum árstíðirnar kunnu hava við sær í virksemi av ymsum slagi. Tað ger, at tað ber til at samanbera gongdini, mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum, sum árstíðirnar elva til.

 

Hagstovan sigur, at sostatt eru tað 300 fleiri løntakarar enn tað vóru um ársskiftið. Hesi seinastu trý árini hevur vøksturin verið javnur og støðugur og nú eru tað líka nógvir løntakarar, sum tað vóru í apríl 2008, tá tað vóru flestir løntakarar nakrantíð.

 

Sum gongdin er, kann væntast, at talið fer at veksa enn meiri næstu tíðina, og sostatt verða tað yvir 26.000 løntakarar í Føroyum, tað ið eftir er av árinum.

 

Eftir at talið á løntakarum annars setti met í apríl í 2008, var stór afturgongd í nøkur ár og avleiðingin av tí var, at 2.500 fólk fóru úr vinnu. Síðani gingu aftur trý ár, har talið av løntakarum stóð í stað, og ikki fyrrenn í 2014 fór tað at veksa aftur, sigur Hagstovan.