Eru farnir til hjálpar til tvey ferðsluóhapp í morgun

Annað er á Oyggjarvegnum og hitt er norðuri við Streymin

Tað hava verið nógv neyðsendarakfør at síggja og hoyra í Havn í morgun og tey eru øll á veg til ferðsluóhapp. Løgreglan sigur, at tey hava fingi boð um tvey ferðsluóhapp at kalla samstundis.

Løgreglan sigur, at eitt ferðsluóhapp er hent á Oyggjarvegnum, har ein bilur er farin út í hálku. Løgreglan sigur, at tvey fólk eru í bilinum, men tey vita at kalla einki um, hvussu støðan er, tí tey hava ikki yvirlit yvir støðuna enn.

Hitt ferðsluóhappið er hent Norðuri við Streymin, og tað eru tey eisini í ferð við at kanna, og løgreglan í Klaksvík er eisini á veg á staðið. Heldur ikki tað ferðsluóhappið hevur løgreglan yvirlit yvir.