Bæði í nátt, og síðstu nátt, var løgreglan á ferð og tók nummarplátur av bilum, og tey siga, at tað fara tey eisini at gera við jøvnum millumbili hesa næstu tíðina.
Í farnu viku fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni við nøvnunum á 527 bileigarum, sum ikki høvdu goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár.
Og tann listan er løgreglan nú farin at arbeiða seg ígjøgnum, og í nátt mistu ellivu bilar pláturnar, og síðstu nátt vórðu pláturnar tiknar av fimm bilum.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi er støðan rættiliga greið. Og støðan er tann, at hevur eigarin ikki kvittan at vísa løgregluni fyri, at vegskatturin er goldin, verða nummarpláturnar tiknar av bilunum.
Løgreglan heitir tí á bileigarar um at kanna eftir um skuldin er goldin fyri at sleppa undan, at bilurin hevur mist pláturnar, tá ið tey skulu í hann um morgunin.











