Eru farin at syngja morgunsang á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað styrkir arbeiðsgleðina og bøtir um trivnaðin

Nú í jólamánaðinum eru tey á seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi farin at syngja morgunsang hvønn týsmorgun.

Sjúkrahúsið sigur á Facebook síðu síni, at hugskotið kemur frá Sjúkrahúsinum í Vejle, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nógv samstarv við.

Royndirnar í Vejle eru, at tað styrkir arbeiðsgleðina og økir um trivnaðin.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi siga tey eisini, at tey bæði starvsfólk og sjúklingar hava tikið væl ímóti hesum nýggja tiltakinum og tí vænta tey, at hetta fer at halda fram, eisini eftir jól.