Eru farin aftur til verka

Aftaná at hava havt ein lítlan steðg í samband við summarferiuna eru arbeiðstoymini, ið gera nýggja Eysturoyartunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, aftur farin til verka. Tað skrivar felagið á Facebook.


- Tó hevur bert verið arbeitt á einari vakt. Í alt vóru sprongdir 64 metrar, umframt at sprongt var fyri einum pumpubrunni. Í alt eru nú sprongdir 6.244 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, skrivar felagið.


Tað er á Hvítanesi, at næsti pumpubrunnurin verður sprongdur. Harumframt sprongdi toymið 17 metrar av sjálvum tunlinum. Í alt eru 2.974 metrar sprongdir á Hvítanesi.


Toymini á Skálafjørðinum hava eisini verið til verka, og blivu 32 metrar sprongdir frá rundkoyringini móti Hvítanesi í síðstu viku og 15 metrar frá rundkoyringini móti Rókini.