Eru farin á rundferð kring landið við koronu-sproytum

Endamálið er at gera tað lættari hjá útoyggjafólki at verða koppsett

Eitt lið av heilsustarvsfólki er nú farið á rundferð á útoyggjunum kring landið at koppseta fólk fyri koronu. Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at myndugleikarnir hava sett sær fyri, at øll skulu fáa eitt tilboð um at verða koppsett. Og hendan rundferðin á útoyggj er eitt lið í tí arbeiðnum, tí endamálið er, at eisini tey, sum hava langt til eitt koppingarstað og tey, sum ikki hava umstøður at fara á meginøkið, eisini skulu fáa tilboðið um at verða koppsett.

 

Fróði Jacobsen sigur, at í morgun hava tey verið í Fugloy, Svínoy, Skúgvoy. Síðani gongur leiðin til Stóru Dímun, og haðani til Mykinesar, so tey eru liðug, tá ið dagurin er farin.

 

Hann sigur, at tað eru nøkur, sum taka av tilboðnum, men akkurát talið, hevur hann ikki talt saman. Men tað býr ikki nógv fólk á útoyggj og hann sigur, at tað verða so ikki hesar koppsetingarnar, sum fara at gera tann stóra munin í royndunum at basa koronu. Men myndugleikarnir hava sett sær fyri, at øll skulu fáa tilboð um at verða koppsett, og hendan ferðin er eitt lið í tí.