Til Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmann og formann Javnaðarfloksins.
Góði Jóannes.
Ársins vittigheit! Í øðrum londum halda tey um búkin, sum tey flenna! Landsstýrið setur fólkaræðið til viks!
Soleiðis ljóðaðu tíni orð út til allar føroyingar, eftir at embætismenn í landsstýrinum høvdu sent eitt bræv til ST við fyrispurningi um upplýsingar í sambandi við samráðingar um fullveldi. Tú fanst harðliga at landsstýrinum, sum nú var farið ?ov langt?.
Tú fanst eisini harðliga at landsstýrinum, tí vit ynsktu ein fund við aðalskrivaran hjá NATO, til tess at fáa greiði á okkara støðu og møguleikum í verjupolitikki.
Okkara tjóðarrættindi
Men Hvítabók staðfestir púra greitt, at føroyingar lúka allar fólkarættarligar treytir til tess at kunna nevna seg serstaka tjóð. Og nú hevur ein óheftur serfrøðingur í fólkarætti, sum hevur starvast mong ár hjá ST og hjá mannarættindafelagsskapum ? Gudmundur Alfredsson ? staðfest tað sama: Føroyingar eru ein tjóð, og hava rættindi sum ein tjóð.
Tað merkir millum annað, at vit hava fullan rætt til at venda okkum til altjóða samfelagið gjøgnum okkara demokratiskt valda landsstýri. Og Alfredsson sker eisini hetta út í papp:
? Vit hava sum tjóð fullan rætt til at taka avgerð um okkara egnu lagnu á einum reellum grundarlagi
? Tað er diskriminerandi móti føroyingum, at Danmark ikki hevur boðað ST skrivliga frá, at vit hava rætt til fullveldi sambært altjóða viðtøkum
? Vit hava rætt til at samráðast um treytirnar fyri fullveldi
? Tað er ímóti altjóða viðtøkum, tilvitað at brúka fíggjarligt trýst í slíkum støðum
? Vit hava rætt at samskifta við altjóða stovnar
? Vit hava rætt at fáa meira javnstøðu í samráðingarnar ? eitt nú við einum altjóða eygleiðara
Rættindi undirgrivin
Tá danska stjórnin hevur boðað ST frá, at vit als ikki hava hesi rættindi, gevur hon heimsins fremsta stovni villeiðandi upplýsingar um okkara fólkarættarligu støðu.
Tú ert hennara avgerandi atkvøða á fólkatingi, og sostatt sjálv fortreytin fyri øllum hennara virksemi ? eisini tá hon her undirgrevur okkara tjóðarrættindi. Og tú hevur stuðlað henni í føroyskum fjølmiðlum við at rópa okkara rættindi sum tjóð fyri eina ?vittigheit?.
Tjóðarmál krevur eina tjóð
Danska stjórnin hevur eisini sýtt fyri at lýsa føroyskt sum tjóðarmál í altjóða høpi.
Hetta var annars eitt krav frá bæði landsstýrinum og uttanlandsnevnd løgtingsins. Eisini Føroya Javnaðarflokkur tók undir við kravinum.
Men stjórnin noktaði. Og tann avgerandi atkvøðan hjá stjórnini ? tú, Jóannes Eidesgaard! ? lat ikki við seg koma.
Eg haldi hetta vera skelkandi. Men sjálvandi ? tekur tú undir við sjónarmiðinum hjá stjórnini um, at føroyingar ikki eru ein serstøk tjóð við tjóðarrættindum, so skilji eg teg. Tí ein tjóð er sjálvsagt fortreytin fyri einum tjóðarmáli. Er eingin tjóð, er sjálvsagt heldur einki tjóðarmál.
Umbering neyðug
Spurningurin um okkara rættindi at tosa við ST og NATO og spurningurin um tjóðarmál er alt partur av sama høvuðsspurningi: Eru føroyingar ein serstøk tjóð - ella eru vit ein danskur minniluti.
Tú hevur í hvørjum einstøkum føri tikið eina støðu, ið hevur sum fortreyt, at føroyingar ikki eru serstøk tjóð.
Eg gangi út frá, at hetta er ikki tjóðskaparliga grundarlagið hjá tær og Føroya Javnaðarflokki. Tí haldi eg, at tað hevði sømt seg, um tú gavst eina treytaleysa umbering til føroyingar fyri framferðina í hesum málum.
Hartil hevði tað verið eitt áhugavert stig, um tú sum fólkatingsmaður setti stjórnini ein einfaldan fyrispurning, um danska stjórnin viðurkennir føroyingar sum tjóð.
Ger hon tað, so hava vit eisini rættindi, sum skulu virðast. Tað áttu vit í minsta lagi at verið samdir um.
Vinarliga
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður
í sjálvstýrismálum