Eru Føroyar fyri støk við børnum?

Hesin spurningur er áhugaverdur at seta eftir stóru kanningina av, hvussu nógvir føroyingar eru búsitandi í Danmark. Kanningin vísti, at heili 21.687 føroyingar búgva í Danmark, og svarar hetta til 3. hvønn føroying. Umframt høgu tølini av útbúnum læknum, løgfrøðingum, sum búðu í Danmark, so vísti kanningin eisini, at yvirhøvur vóru tað føroyskar kvinnur, ið eru búsitandi í Danmark, har serliga aldursbólkurin 25-39 var best umboðaður

Annika Olsen
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Tað, sum eg haldi vera enn meiri áhugavert er vita hvussu nógvar kvinnur av hesum 21.698 eru støkar við børnum. Fer eftir fer hoyrir man um um stakar mammur, ið ikki síggja seg førar fyri at flyta heim aftur til Føroyar vegna fíggjarligar trupulleikar. Leiguprísirnir eru ov høgir, kostnaðarstøðið er ov høgt, barnafrádrátturin ov lítil, ongin íbúðarstuðul o.s.fr.

Hyggja vit eftir kostnaðarstøðinum, so kostar ein pakki av blæðum 150 kr í Føroyum, meðan hann kostar 90 kr. í Danmark, ein pakki av mjólk kostar áleið 5 kr í Danmark móti 10 krónum í Føroyum. Taka vit barnastuðulin so er hann umleið 3300 kr kvartalið pr barn í Darnmark (13.200 um árið pr barn) meðan vit hava ein barnafrádrátt uppá 5500 um árið pr barn. Íbúðarstuðulin í Danmark verður roknaður eftir inntøku, so er talan um eina lága inntøku, so verður leigan munandi minni, meðan vit ongan íbúðarstuðul hava í Føroyum. Um mánaðin verður hetta til nógvar pengar hjá einum støkum við barni, og tá vigast skal á vektskálini, hvar man verður búsitandi, so velur man sjálvandi oftast av neyð at verða verandi í Danmark. Tey støku við børnum, sum stríðast fyri at vera verandi í Føroyum verða ofta noydd at geva børnum sínum saft heldur enn mjólk  so Føroyar kann ikki eitast at vera eitt vælferðarsamfelag fyri øll. Hetta er skomm fyri Føroya land, og ein diskriminering av grovasta slag av støkum. Føroyar hava ikki ráð til støk við børnum, tað kunnu vit lata danir um  so groft kann tað tykjast fyri manga mammu og mangan pápa, ið føla so noydd at búgva i Danmark, meðan hjarta liggur í Føroyum!
Her skal leggjast avtrat, at tað eru aloftast somu orsøkir, sum gera, at barnafamiljur, ið sita hart í tí fíggjarliga, kenna seg noydda at búseta seg í Danmark.

Vit eiga í nógv størri mun enn áður at gera lívið laga hjá støkum við børnum og barnafamiljum yvirhøvur og skapa góðar karmar her í Føroyum, so at vit fáa so nógv av hesum kvinnum og monnum heim og forða fyri at enn fleiri flyta av landinum. Vit hava ikki ráð til at missa hesir føroyingar, ið størri og størri mun immigrera til Danmarkar. Føroyar skulu vera fyri øll, eisini støk við børnum.