Ítróttarklumma
Málið um spælaraskifti hjá Magnusi Olsen frá B71 til B36 í fjør var ein ræðumynd av, hvussu illa stillað smærru feløgini eru, tá tey stóru fara eftir spælarum.
Úrskurðurin hjá Aganevndini í tí málinum staðfesti neyðturvuligheitina í einum endurskoðaðum lógarverki á økinum, og í so máta eru nýggju reglurnar avgjørt ein bati fyri smærru feløgini.
Men tað er neyvan so, at somu smærru feløg eru í nær námind nøgd um nýggju ásetingarnar, sum helst í mesta lagi kunnu geva góðar 20.000 krónur fyri størstu talentini hjá somu smáu feløgum.
Partvíst inniheldur lógarverkið ein klausul um, at spælari, sum hevur vunnið sær status sum fastur maður á Formula-liði felagsins, ikki kemur undir reglurnar, tá hann hevur havt hesa støðu í eitt ár.
Álvaratos. Ein spælari, sum hevur upp ímóti framúr fótbóltsevni, er við nærum 100% vissu fastur maður á Formula-liðnum, longu tá hann er 16-17 ára gamal, og so er nyttan í reglugerðini burtur!
Hartil kundi verið ynskiligt, um reglurnar so ella so í størri mun tóku støði í kvalitetinum á spælaranum. Í Íslandi hevur skipanin verið, at umframt kriteriini, sum FSF nú hevur ásett, økist upphæddin eisini, alt eftir tali av U- og møguliga A-landsdystum. Hóast tað kann vera ymiskt, hvussu spælarar búnast ella sláa til, so vil hetta í flestu førum eisini vera eitt slag av góðskustemplan av spælaranum, og vanliga er tað jú so, at góðska kostar.
Tí veruleikin er, at einar 20.000 krónur fyri ein spælara við framúr fótbóltsevnum er alt ov bíliga sloppið. So kunnu feløgini puffað um, at størri upphæddir í ov stóran mun vilja tøma longu illa sperdu felagskassarnar.
Sannleikin er helst meira, at ein hægri transfer-upphædd til móðurfelagið einans hevur við sær, at upphæddin til spælaralønir hevði minkað nakað. Og tað vildi nú ikki verið tann størsta vanlukkan, sum er hend føroyskum fótbólti.