Eru enn innløgd

Tá blaðið fór til prentingar vóru Mary prinsessa og nýføddi prinsurin enn á Ríkissjúkrahúsinum, og enn er ikki greitt, nær tey sleppa til hús. Hvar Fríðrikur krúnprinsur er, er ikki greitt, men hann er ivaleyst hjá konu og soni. Hann skuldi seta eina messu á Roskilde Universitetscenter mánamorgunin, men meldaði avboð.