Eru eftir umstøðunum nøgdir

Heldur ikki Hjalti Jacobsen hjá Kyndli var nøgdur um teirra spæl, men hann fegnaðist tó um, at teir megnaðu at toga seg aftur í dystin.
- Vit eru slett ikki nóg klárir, tá vit fara út til dystin, og úrslitið er har eftir. Teir føra við átta málum seint í fyrra hálvleiki, og vit skulu vera ótrúliga glaðir fyri, at vit sleppa innaftur í dystin. Vit koma tó væl aftur og leggja okkum á odda, men eg haldi, at vit brúktu so nógvar kreftir at koma aftur í dystin, at vit ikki megnaðu at halda okkara leiðslu. Móti endanum hava vit eisini møguleika at avgerða dystin, men sum heild haldi eg, at vit mugu vera nøgdir við javnleikin.