Eru eftir havhesti

So lítið av havhesti hevur verið til fleiri dagar, at tað ber til at brúka eintalsvendingina, at fara eftir havhesti og ikki havhestum. Men meldingarnar eru ymiskað, tí kring Lítlu Dímum var sjógvurin hvítur av hesum feitu leskibitum, sum flutu dovnir og tungir í sjónum

So lítið av havhesti hevur verið til fleiri dagar, at tað ber til at brúka eintalsvendingina, at fara eftir havhesti og ikki havhestum. Men meldingarnar eru ymiskað, tí kring Lítlu Dímum var sjógvurin hvítur av hesum feitu leskibitum, sum flutu dovnir og tungir í sjónum.
Men í Skopunnarfirði hevur verið lítið at fingið, nógv minni enn undanfarin ár. Mikudagin seinnapartin stóð Jaspur Hansen úr Skopun og seldi havhestaungar í Vágsbotni, Hann hevði ein kagga við saltaðum havhestaungum, sum hann hevði fingið í Skopunnarfirði dagin fyri. Teir lógu reinir og nossligir og sugaðu salt niðri í blóðlitaða lakanum. Omaná lógu tveir spillfeskir, klárir at koyra í ovnin.
-Vit hava havt langar dagar, átta tímar í gjár og tað er bert hendinga bátur sum er komin yvir 100 havhestar. Tað er nógv minni til í ár enn í fjør, sigur Jaspur, meðan hann potar ein havhestaunga niður í ein hvítan posa og handar einum havnafólki hann.
Onkur hevur hug at tingast um prís, hesi gírigu havnafólkini við stórari fastari løn og væl á bók. Men tað ræðir ikki útróðrarmannin, sum leggur nógv fyri at fáa sær úrtøkuna, tað verið seg við snellu, línu ella á havhestaveiðu. Jaspur er fastur sum bergið og vikast ikki tá fólk royna at spara sær nakrar krónur. Eygnabráið í andlitinum, íð er reyðdæmt av sól og salti, letir seg ikki taka av fótum, at snildum fólki, ið vilja gera forrætning. Ein havhestaungi er ein havhestaungi og tað liggur eins nógv stríð í hvørjum einstøkum unga, fyrst at taka hann, síðan at kippa, síðan at skolda og reinsa og so í salt. Ein havhestaungi er ein havhestaungi og prísurin er tann sami, um tú so keypir allan kaggan. Og tað stendur ikki á at selja, nógv fólk eru kring kaggan og har minkar í hvørjum.
Longur inni í krókinum stendur ein og selir grind. Tað má vera finnigarfiskurin í havnagrindini, tí so smábýtt var, at ongin kundi fáa nakað at selja av vanligum parti. Tað stóð ikki á hjá manninum at sleppa av við fesku grindina.

Jaspur prátar og selir havhestaungar til havnafólk. Mynd Jens Kr. Vang