Eru byrjaði at sigla

Nú er kappsiglingin Tall Ships’ Race farin í gongd, og Westward Ho hevur siglt í eitt døgn. Veðrið er gott, og skiparin letur væl at higartil

Nú kappsiglingin Tall Ship’s Race er eitt døgn gomul, er Westward Ho stødd við norðurendan á Isle of Skye, ið liggur vestanfyri Skotland. Um siglingina sigur Egil Simonsen, skipari, at tað gongur tann rætta vegin. Í gjár lógu tey mestsum still allan dagin, orsakað av ov góðum veðri.

- Í allan gjár var blikalogn og sólskin. Her er ótrúliga vakurt veður fyri tíðina, men av tí sama gongur tað sera seint við sjálvari siglingini. Í løtuni er eitt lítið lot eystaneftir, so nú sigla vit aftur. Í nátt var frískur vindur, og tá gekk væl, men í morgun stilti hann av aftur.

Í morgun lógu 14 skip tætt við hjá Westward Ho, og um samlaðu støðuna í kappsiglingini sigur Egil Simonsen, at tey liggja í aftara endanum. Men hann leggur samstundis afturat, at talan er líka nógv um ein stuttleikatúr sum seriøsa kappsigling.


Tey ungu klára seg væl

Umborð á Westward Ho eru, umframt manningina á fimm mans, eisini sjey gentur og tríggir dreingir í aldrinum 16 til 19 ár. Og skiparin letur væl at ungu manningini.

- Higartil hava tey klára seg heilt væl. Tey trívast væl umborð, og eru sera røsk at hjálpa til og arbeiða. Eingin av teimum hevur sjóverk enn, men tað hevur kanska eisini nakað við góða veðrið at gera. Tá vit koma norður um Skotland verður nokk nakað av aldu, og so mugu vit tá fáa at síggja, hvussu tað verður við tí. Higartil hava eingir trupulleikar verið, samanhaldið og lagið er sera gott umborð.

Veðrið í morgin verður heldur keðiligt siglingarveður. Sagt verður frá eystligum vindi, og tað merkir at tey hava av mótvindi. Men tey fáa siglt hóast alt, og tey vænta at tað gongur eina leið í morgin. Sagt verður frá vindi á umleið tríggjar til fimm metur um sekundið. So væntandi gongur tað framvegis spakuliga framá í morgin.