Støðan er grátulig, tí í dag eru vit verri fyri, enn vit vóru fyri 34 árum síðani.
Tað sigur Giktafelag Føroya í eini fráboðan í morgun.
Felagið sigur, at í dag eru teir túsundtals føroyingar, sum hava gikt, býttir upp í tveir bólkar, A sjúklingar, sum hava ráð at rinda fyri sína egnu viðgerð, og B sjúklingar, sum eru nógv verri fyri, tí teir hava ikki ráð til at rinda fyri sína egnu viðgerð.
Men felagið staðfestir eisini, at trupulleikarnir á giktaøkinum, eru sjálvskaptir.
– Tað er ikki nøktandi, at tað bara er ein serlækni í gikt í Føroyum. Men við eini avtalu um privata praksis, fekk hann upp á stutta tíð kortini minkað bíðitíðina til serlæknavitjan úr tveimum árum niður í fýra mánaðir.
– Og best av øllum, so var tá møguligt at koma til akutta viðtalu. Júst hetta er sera umráðandi, tí giktasjúklingar kunnu ongantíð vita, nær sjúkuherðindi veruliga taka dik á seg.
– Ein sáttmálatræta, sum í veruleikanum er so lítil, at til ber at loysa hana í eini handavend, legði tó fót fyri privatu praksis’ini.
– Giktafelagið hevur verið á fundi við landsstýris- og embætisfólk hjá bæði verandi og undanfarnu samgongu - bæði í Heilsumálaráðnum og hjá Fíggjarmálaráðnum, har samráðingarrætturin til sáttmálaviðurskiftini er parkeraður.
– Tað hevur ikki skortað upp á góð orð, tá hesir fundir hava verið. Allir partar siga seg ynskja eina loysn, og allir partar siga seg ynskja, at hendan kann setast í verk skjótt.
– Vit hava eisini ávarað um, at giktalæknin sjálvur neyvan tímdi at sita hendur í favn og bíða, meðan møguleikar fyri fakligari og persónligari menning fara fyri skeyti í politiskum atgerðarloysi.
Tí hava vit fleiri ferðir víst á, at avleiðingin verður, at vit í Føroyum fáa A- og B-sjúklingar, har tey, sum hava ráð, kunnu keypa sær góða viðgerð uttan keðiliga bíðitíð, samstundis sum vanligi føroyingurin má taka til takkar við alsamt vaksandi bíðilistanum á Landssjúkrahúsinum.
– Tað kemur ikki upp á tal, at vit í Føroyum skulu sortera sjúklingar eftir, hvat tey eru før fyri at gjalda, segði Karsten Hansen, og bæði Siri Stenberg, og Kristina Háfoss, vildu avgjørt ikki hava slíkar støður heldur.
Men nú hevur veruleikin yvirhálað politisku skipanina.
– Vit hava í dag privata klinikk, sum kann geva viðgerð og gera kanningar. Tað er gleðiligt, at vit aftur hava møguleikan at sleppa til akutta viðtalu við góðkendan giktalækna. Men tað er grátiligt, at samhaldsføstu Føroyar ikki eru fyri øll, staðfestir Giktafelagið.
– Ein umbering hevur verið, at sáttmálaviðurskiftini við serlæknar mugu loysast í síni heild og ikki hvør sær innan ymsu sergreinarnar.
– Vit kunnu bara vísa á, at tann umberingin er heit luft. Tað finnast í dag seravtalur við eygnalæknar, oyrna-, nasa- og hálslæknar, ortopedar, gynekologar og kirurgar. Í 2012 varð seravtala innan giktaøkið eisini undirskrivað. Henda avtala liggur framvegis á heimasíðuni hjá Heilsutrygd, men hon varð ongantíð hildin frá almennari síðu, og tí er verandi støða íkomin.
Veruleikin er, at vit í dag hava eina nógv verri tænastu til giktasjúklingar, enn vit høvdu fyri 34 árum síðani.
Í 1982 var ein giktalækni – tað sama er galdandi í 2016, men í dag hevur giktalæknin frásagt sær ábyrgdina av økinum. Tá var eisini avtala um privata praksis fyri at tálma bíðilistunum, men nú er ongin. Í 1982 var heitur hylur á Landssjúkrahúsinum, har endurvenjing kundi fara fram, men nú í 2016 er hylurin óvirkin á níggjunda ári.
– Í 1982 vóru 10 seingjarpláss løgd av til giktasjúk, nú er onki, og í 1982 hevði giktaambulatorium egin høli, men í ár eru hølini skorin niður í helvt eru hølini til helvt, og verða eisini nýtt av øðrum sergreinum, sigur Giktafelagið.