Handilsvinna
Føroya Tele í Suðuroy er nú farið at gera um seg. Frá at hava ligið illa fyri í einum húsið, sum lá fjalt aftanfyri klubban á Tvøroyri, er telefyritøkan nú flutt rættiliga fram í ljósið.
Fríggjadagin flutti Føroya Teleí nýggj høli við høvuðsvegin á Tvøroyri, har Uttari Handil var fyrr í tíðini.
Nú er sostatt bæði Telebúðin og øll umsiting og avgreiðsla í nýggju hølunum.
Fróði Mortensen, sum er leiðari hjá Føroya Tele í Suðuroy, sigur, at tað er stórur munur á at vera fluttur í nýggj, ljós høli beint við høvuðsvegin, sum eru innrættað í nýmótans sniði við góðum møguleikum at vísa úrvalið fram.
Tað sæst eisini aftur í talinum av viðskiftafólki. Tá ið nýggja Telebúðin á Tvøroyri læt upp fríggjadagin, vóru eini 500 fólk inni á gólvinum.
Samstundis, sum Telebúðin er flutt, er eisini ætlanin at hava longri opið, nú verður opið vanligar handilstíðir frá kl. 9 á morgni til kl. 17.30 og eisini leygarmorgun frá kl. 10 til kl. 13.
Eftir í gomlu hølunum, verður nú bara goymsla og verkstað.
Hetta verur alt gjørt fyri at gera tað lættari hjá viðskiftafólkum okkara at koma inn á gólvið.
Tá ið Føroya Tele flutti fríggjadagin, var samstundis míttøka fyri Terja Jacobsen, sum nú gevst fyri aldur, eftir at hava verið telefonmaður í Suðuroy í 33 ár.