Hetta sigur Osvald Jacobsen, sum er kokkur umborð á hálenska Stand By skipinum, Telco Rider. Hann er ein av teimum 70 føroyingunum, sum sigla við hálensku skipunum. Hósdagin komu 12 teirra heim, men tað var um reppið, at teir sluppu til Føroya
? Tá vit skuldu fara úr Amsterdam var okkurt galið við flúgvaranum hjá SAS. Síðan fóru vit í annan flúgvara hjá KLM, men tá farast skuldi, vantaði eitt av ferðafólkunum, og tí máttu øll út at vísa á viðførið, sum trygdarreglarnar fyriskipað, greiðir Osvald Jacobsen frá.
? Men í hesum hurlivasanum rendi ein trukkur gaflarnar í flúgvaran, so hol kom á, og so máttu vit aftur skifta flúgvara.
Alt hetta hevði við sær, at teir 12 føroyingarnar vórðu ov seinir til flúgvaran hjá Atlantsflog, sum skuldi fara úr Keypmannahavn klokkan 15:15 - um somu tíð, sum føroyingarnar sluppur úr Amsterdam.
Men teir á Atlantsflog vóru so beinasamir, at teir bíðaðu í heilar tveir tímar í Kastrup eftir seinkaðu føroyingunum.
? Vit greiddu fólki í KLM-flogfarinum, at Atlantsflog hevði lovað at bíða eftir okkum, men tað hildu tey ikki kundi passa - men so var.
Teir tólv føroyingarnar halda, at hetta man vera eindømi í heimssøguni, at at flogfelag er so beinasamt, sum Atlantsflog var hendan dagin.
? Tá vit komu umborð væntaðu vit, at fólk fóru at vera ørg inn á okkum, men so var als ikki, greiðir Osvald Jacobsen frá.
Hann sigur víðari, at allir hesir 70 føroyingar nú eru búnir út at taka ímóti oljuvinnuni í Føroyum, og at teir nú hava pappír upp á at kunna mynstra á øllum oljuboripallum í heiminum.
Telco Rider er annars bygdur í Føroyum, og kallaðist hann tá Orioen og seinni Skoraberg. Gamli Froyur er eisini umbygdur til at tæna oljuvinnununi, eins og gamla Margretha, greiðir Osvald Jacobsen frá.
Manningarnar á hálensku skipunum eru burtur í fýra vikur og hava síðan frí í fýra vikur.
? Hetta eru sera góðar treytir, sigur Osvald Jacobsen.