Dansktbøkurnar Søren og Mette lógu opnar á borðinum, tá vit komu og órógvaðu tríggjar lítlar, fittar dreingir, ið vóru í tíma. Teir høvdu júst lisið føroyskt, og vóru nú í ferð við at lesa danskt.
Í flokkinum er ein drongur, ið gongur í 2. flokki, og tveir, ið ganga í 3. flokki, men tó eru teir allir í somu stovu.
Vit fingu okkum eitt prát við teir báðir Jógvan Símunarson Joensen og Poul Askham Olsen úr 3. flokki.
Teimum dáma sera væl at ganga í skúla, tí at teir bert eru tríggir næmingar og allir eru sera góðir vinmenn. Teir høvdu tó einki havt ímóti at verðið fleiri. Lærarin Charlotta er eisini sera fitt.
Teir eru í skúla frá klokkan 10.05 til klokkan 12.40, og matarsteðgur er klokkan 12.00.
Tað sum teimum dáma best at gera í skúlanum er at íðka fimleik, tí teimum dáma væl at sparka, og tað fáa teir høvi til at gera har. Ítróttartímarnir fara fram í Klaksvík, og eru skiftandi millum fimleik og svimjing. Tá teir hava ítrótt eru teir saman við 3. flokkunum í skúlanum við Ósánna.
Tøving
Í fríkorterinum eru teir ofta úti í tí lítla skúlagarðinum og sparka bólt. Eisini dáma teimum væl at spæla telduspøl, og teimum dáma eisini væl at spæla ymisk spøl, sum Ludo og Kalaha. Til tíðir hyggja teir eisini í sjónvarp, men tað er ikki ofta, at teir fáa høvi til tað.
Í síðstuni hava teir saman við hinum dronginum og læraranum nálatøvt. Teir hava tøvt myndir av kvæðnum Øskudólgur og Sópingarkona. Hetta dámdi teimum sera væl.
Teir eru teir einastu dreingirnir í bygdini, ið eru á umleið sama aldur, og av tí grund eru teir oftani saman. Í frítíðini eru teir, tá veðrið er til vildar, onkuntíð úti og fiska. Teir spæla eisini nógv bólt, og allir droyma um at spæla við KÍ eftir summarferiuna.
Eftir samrøðuna, fór drongurin Leivur, ið gongur í 2. flokki, oman til handilin hjá Niklasi og keypti okkum kaffi og smákøkur.
Vit høvdu eitt sera áhugavert prát við lærarinnuna Charlottu Thorsteinsson, og vit kunnu siga, at dreingirnir hava eina ógvuliga fitta lærarinnu.
Eftir prátið og kaffimunnin við Charlottu var eitt sindur av restum eftir av køkunum, og tað bjóðaði Charlotta dreingjunum.
Hetta dámdi teimum væl og køkurnar smakkaðu óføra væl.