Eru aftur farin at bora í Dali

Men nær tað verður liðugt, veldst alt um, hvussu lagalig tey í Løgtinginum eru

Eftir at arbeiðið upp á Dalstunnilin hevur ligið stilt síðani seinasta heyst, er tað nú tikið upp aftur. Landsverk mátti leggja arbeiðið stilt tí pengarnir vóru upp. Løgtingið játtaði níggju milliónir til Dalstunnilin í fjør, og tá ið tær vóru upp, varð pakkað saman. Løgtingið játtaði eisini níggju milliónir í ár og tí vildi Landsverk ikki byrja aftur fyrr enn út á árið – so at tey kundi halda beint fram eftir nýggjár, táið játtanin, væntandi fór at verða endurnýggjað. Talan var um eina játtan, sum varð sett av til at gera vegin ígjøgnum Sandslíð, sum vórðu fluttir til Dalstunnilin.

 

– Tað ræður um ar hava so fáar steðgir, sum tilber, tí tað er dýrt at rigga av og rigga til í heilum, sigur Sigurd L. Lamhauge stjóri á Landsverki. Men síðani hevur Landsverk fingið einar 10 milliónir afturat til Dalstunnilin og tí er arbeiðið tikið upp aftur nógv fyrr enn ætlanin annars var.

 

Sostatt eru tað nú nakrir dagar síðani tey aftur fóru til verka Dalstunlinum. Stjórin á Landsverki sigur, at nú er ætlanin at arbeiða restina av árinum, og verður játtanin endurnýggjað, verður so hildið fram beint eftir nýggjár. Men nær tunnilin verður liðugur, veldst alt um, hvussu nógv Løgtingið setir av til arbeiðið.

 

Tunnilin er 2200 metrar langur og nú hevur Landsverk arbeitt í hálvtannað ár og tey hava borað ein triðing. Tað varð mett, at tað fór at taka eini fýra ár at bora tunnilin, men so kravdist ein játtan upp á 20 milliónir um árið. Bæði í 2019, 2020 og 2021 játtaði Løgtingið bara helvtina av tí.

 

Tá ið tunnilin er boraður, verður arbeiðið boðið út at gera vegirnar, at tryggja hann, og annars tað, sum annars krevst.

 

Tað hevur verið upplýst, at ætlanin er at bíða við Sandslíð til Sandoyartunnilin verður tikin í brúk, tí sum støðan er nú, er farmaflutningur til og úr Sandoynni ein fløskuhálsur og tað verður munandi rationellari, tá ið undirsjóvartunnilin er komin, heldur enn at brúka helvtina av játtanini til flutning.