Tað er hálvleikur í venjingardystinum í Laugardalshøllini í Reykjavík millum Ísland og Føroyar.
Ísland er á odda 19-15. Ísland var frammanfyri 19-13, men tað eydnaðist at minka um leiðsluna seinastu løtuna.
Leingi sá tað gott út hjá føroyska liðnum, og tá 22 minuttir vóru farnir vóru Føroyar á odda 12-11, men so diskaði Viktor Gísli Hallgrímsson í íslendska málinum upp við fleiri bjargingum, samstundis sum íslendingar vóru neyvari við sínum málroyndum.
Málskjúttar Føroyar: Óli Mittún 4, Elias Ellefsen á Skipagøtu 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Vilhelm Poulsen 1, Leivur Mortensen 1, Ísak Vedelsbøl 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1, Pætur Mikkjalsson 1, Hákun West av Teigum 1.
Pauli Jacobsen hevur havt fimm bjargingar higartil.











