Tað heldur Jan Højgaard eftir øllum at døma, tá hann í Kringvarpinum (Útvarpið) á middegi í dag (12. feb. 2009) sigur, at tað er betur fyri samfelagið Føroyar at manningin á Næraberg fær 27% býtispart í staðin fyri 17%. Sum tað eisini kemur fram, so verður Næraberg helst seldur av landinum, um býtisparturin skal vera 27%. Tað er ikki tí, at eg haldi, at manningin ikki hevur uppiborði 27%, sum sátmálin sigur, men um skipið verður selt av landinum, so fáa bæði manningin og samfelagið bert 0%, og hvat er so vunnið? Vónandi kann Jan Højgaard síggja, at tað er betur at fáa 17% enn 0%?
Mann hevur hoyrt um lønir uppá 1 mió. kr. um árið, so um mann nú heldur fær 700.000 kr. um árið, so er tað betur enn onki at fáa, serliga í hesum niðurgangstíðum. So míni ráð til Jan Højgaard skulu vera: “Lat vera at forkoma tí vinnulívi, sum er í Føroyum í dag!”