- Ert tú tyngdur av sorg, tosa vit saman um tað, sum er trupult fyri teg og/ ella tykkum. Aftur í heyst byrja vit sorgarbólk fyri fólk, ið hava mist ein av sínum kæru.
Tað siga Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð, sum báðar eru góðkendir psykoterapeutar (MPF) og sjúkrarøktarfrøðingar og hava arbeitt við sorgarbólkum í mong ár.
- Vit byrja aftur við sorgarbólki, tá fullteknað er, ætlandi fyrst í oktober. Hesin sorgarbólkurin er ætlaður vaksnum. Bólkurin hittist umleið triðju hvørja viku - og átta ferðir tilsamans.
Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð siga, at tey, sum ynskja at verða við, kunnu ringja á tlf. 223456/ 265432.










