Tipping
At tippa um ítróttarúrslit er eitt ítriv, sum hevur røtur líka so langt, sum ítrótt hevur verið íðkað. Serstakliga í Bratlandi og teimum londum, sum hava verið undir bretsku krúnuni, er drúgv siðvenja fyri hesum, men eisini her heima hava fólk leingi tikist við tipping. Veruliga skipað viðurskifti komu nokk ikki, fyrr enn Ítróttarvedding fekk donsku Tipstænastuna inn á føroyska marknaðin, og síðani hevur ítrivið verið ein fastur partur av tí, sum ítróttarfólk og áhugað hava tosa, gitt og kjakast um.
Fleiri kappingar í einum
Nú fer Sosialurin undir at finna fram til, hvør besti veddarin í Føroyum er. Saman við Formula.fo er ein serstøk skipan gjørd, og við at tekna teg á hesa, ert tú eisini við í kappingini um at gerast besti tipparin í landinum. Ella kanska skuldu vit sagt kappingunum, tí talan verður um meira enn tí einu av slagnum. Og hópatals vinningar standa upp á spæl í hesum.
Størsta kappingin fevnir sjálvandi um dystirnar í Formula-deildini, har fyrsta tippingarumfarið er leygar- og sunnudagin. Umframt at besti tipparin verður funnin, tá 27. og seinasta umfarið er spælt, fær besti tipparin í hvørjum mánaði sær eisini ein vinning.
Og umframt føroyskan fótbólt, verður talan eisini um fleiri aðrar kappingar. Nú HM-endaspælið kemur til alt-ella-einki dystirnar, har tey seinastu 16 kappast, verður talan sjálvandi um kapping, og í heyst fáa vit millum annað Champions League fótbólt á skránna. So tað er eingin sum helst vandi fyri, at fótbóltshugaði føroyingurin fer at keða seg, hóast heimliga kappingin fer í dvala.