Ert tú altíð móður?

Hesar kunnu vera orsøkirnar

Tað eru ikki bert svøvntrot, sum er orsøkin til, at vit verða troytt og orkuleys - orsøkirnar kunnu verða fleiri, og bæði kroppurin og sinnið spæla sín leiklut. Danski miðilin iform.dk skrivar, at kennir tú teg ofta troyttan, so kann tað verða, at ein av hesum fimm orsøkunum er syndarin. 

 

 

#1 - Tú drekkur ov nógv kaffi

Drekkur tú ov nógv kaffi, so venur kroppurin seg við at fáa tað, og tí hevur koffeinið ikki sama virknað. Tí er skilagott at drekka kaffi fyrrapartin, men takka nei um kvøldið.

  

 

#2 - tú slappar ikki av 

Tað er umráðandi at geva sær stundir til at slappa av hvønn dag. Ikki er neyðugt at seta nógva tíð av til hetta, tí av og á eru nakrir minuttir nóg mikið til avstreingjning. 

 


#3 - Tú drekkur ikki nokk av vatni

Kanningar vísa, at dehydrering ávirkar orku og evni til at savna seg. Minst tí til at drekka nokk av vatni allan dagin. 

  


#4 - Tú venur ikki nokk

Hóast tað óviað er tað síðsta, sum tú hevur orku til eftir ein langan dag til arbeiðis ella í skúla, so hevur venjing positiva ávirkan á møðina. Venur tú javnan, so fer orkan upp. Hetta kann verða alt slag av venjing - eisini ein gongutúrur. 

 

#5 - tú hugsar ikki um tað, sum tú etur

Er tað ikki javnvág í matinum, sum tú etur, so ávirkar tað eisini svøvnin. Er tað torført at sovna vita so, um tú møguliga manglar vitaminir. Eisini er tað umráðandi, at tú javnvigar kostin, so tú etur bæði feitt, kolhydratir og proteinir. Halt teg helst frá sukri, um tú ofta ert móður, mælir miðilin iform.dk til.