Errin landsliðsvenjari

Jón Pauli Olsen fegnast um eina góða landsliðsviku, sum hevur givið tvey stig

Føroyska kvinnulandsliðið er í rívandi menning. Tær hava upp á eina viku spælt javnleik móti bæði Bosnia Hersogovina og Norðurírlandi á Tórsvølli.

 

Hoyr samrøðuna við Jón Paula Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Í báðum dystunum spældi føroyska liðið upp til mótstøðuliðini, sum tó vóru kropsliga betri fyri enn okkara. Tá tað er sagt, so kundi føroyska liðið við hepni havt vunnið báðar dystirnar. Tað sigur ikki so lítið um avrikini hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

Landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen, er eisini væl nøgdur við tað hann hevur sæð í teimum báðum farnu dystunum.