Errin formaður

Hann er ágrýtin, málrættaður, treiskur og ómetaliga raskur. Soleiðis lýsir Jógvan Hans Hansen, formaður í Miðvágs Róðrarfelag, heimsmeistaran í inniróðri, Sverra Sandberg Nielsen.

 

Róðrarfelagið í Miðvági hevur skapt karmarnar fyri venjingini, sum Sverri Sandberg Nielsen hevur fingið. Hann fór at rógva fyri einum ári síðan, og tað vísti seg beinanvegin, at hann hevði neyðuga ágrýtni at gera seg galdandi.

 

- Tað er sjálvsagt týdningarmikið fyri okkum, at vit eiga ein part av hesum heimsmeistaraheitinum. Vit hava lagt nógva orku í at fáa nøktandi venjingarumstøður til rógvarnar í felagnum, og tað hevur givið úrslit, sigur Jógvan Hans Hansen.

 

Sverri Sandberg Nielsen vann heimsmeistaraheitið í bólkinum ?Junior Men? síðsta vikuskiftið.