Hondbóltur
Hóast hansara lið stóð eftir sum tapari av kvinnufinaluni, so vr Kári Mortensen á ongan hátt ónøgdur um tað, sum hansara spælarar høvdu avrikað.
- Vit vistu, at vit kundu hanga væl í teimum. Men vit hava ikki rutinuna, og tí gera vit mistøk í avgerandi løtum. Vit eru fýra mál aftan fyri í steðginum, og vit brenna nakrar upplagdar møguleikar júst um tað mundi, so vit kundu verið nógv betur við. So á tann hátt er talan um eitt gott avrik.
So tú ert á ongan hátt ónøgdur um úrslitið, sum at enda segði, at sjey mál vóru á muni?
- Eg eri ikki ónøgdur við avrikið. Men eg eri eitt sindur ónøgdur um, at vit ikki hingu enn betur í teimum. Tí tað kundu vit væl havt gjørt.
So tað eru kanska nøkur ár, nakrir sentimetrar og nøkur kilo, sum skulu afturat, áðrenn tit veruliga kunnu takast við Stjørnuna?
- Eg eri ikki vísur í, at tað eru so nógv ár, segði Kári Mortensen til hendan seinasta spurningin.










