Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, ásannaði eftir dystin mikukvøldið, at hansara menn ikki hvødu tað so øgiliga lætt fyri steðgin í dystinum móti B36.
- Vit hava tamarhald á tí mesta fyrstu løtuna, men tá teir skora um miðjan fyrra hálvleik, verður tað nógv truplari hjá okkum. Og seinna partin av fyrra hálvleiki mugu vit veruliga kempa.
- Vit koma tó væl út til seinna hálvleik, tá menn eru øgiliga tendraðir. Tá vit so eisini fáa skorað, seta vit okkum veruliga á dystin, og vit kundu kanska vunnu meira. Sjálvur haldi eg eisini, at eg eri stoltur av viljanum, sum menn reistust upp á eftir steðgin, og tað var veruliga við til at vaska blettin frá seinasta vikuskifti av okkum, sigur Heðin Askham.










