Erotiskur dansur í Eclipse

Tað er nærum vorðin ein traditión hjá Eclipse at borðreiða við erotiskum dansi, og leygarkvøldið verður danski stripparin Jessica Sky at síggja í Eclipse

Hon má sigast at hava roynt eitt sindur av hvørjum. Umframt at hava eitt fulltíðarstarv sum strippari, so hevur danska Jessica Sky eisini verið nakin model í einari ørgrynnu av bløðum.

 

Millum annað hevur Jessica verið at sæð í Se&Hør, Ekstra Blaðnum, M! og føroyska mannfólkablaðnum Ð.

 

Leygarkvøldið verður hon so at síggja í Eclipse. Til ber at vitja heimasíðuna hjá henni www.jessicasky.dk