Vinaløg er heitið á forkunnugu fløguni hjá Jógvani Hansen og Fríðriki Ómar, sum umboðar tað besta innan føroyskan og íslendskan tónleik. Fyri fyrstu ferð verða fólkakær føroysk løg sum Eros, Syngja Sama Lag, Tey Dansa Eins og Skuggar og fleiri onnur at hoyra á íslendskum.
-Tað var ótrúliga trupult at velja 10 tey bestu føroysku løgini. Tað er 1000 bestu løg í Føroyum, men eg havi so valt tey, sum hevur havt stóran týdning fyri meg gjøgnum tíðirnar, sigur Jógvan Hansen við Rás2.
Eisini verða 10 tey bestu úr íslendskum sangskatti at hoyra á føroyskum, tá ið Jógvan Hansen og Fríðrikur Ómar syngja tað besta frá teimum báðum mentanunum.
-Hetta er ein felagsverkætlan, sum eg og Fríðrikur Ómar hava sett saman. Hetta er sjálvandi eisini gjørt, tí føroyingar og íslendingar vanta kunning um tónleikin hjá hvørjum øðrum, so vónandi kann hetta betra um tað, sigur Jógvan Hansen við Rás2 í morgun.
Fríðrikur kendur í Íslandi
Hóast føroyingar ikki kenna nógv til
Fríðrik Ómar, so er hann kortini ein fólkakærur tónleikari í Íslandi. Millum annað hevur hann umboðað Ísland í Euro Vision Song Contest í 2007, tá ið Ísland fyri fyrstu ferð i langa tíð sang seg víðari frá undankappingunum.
Hóast hann bert er 27 ára gamal, so hevur hann tríggjar gullplátur. Hetta merkir, at hann hevur tríggjar fløgur, ið hava selt fleiri enn 5000 eintøk í Íslandi.
-Tað hevur verið ótrúliga stuttligt, at gjørt hesa fløguna saman við Fríðriki. Hann er ein ótrúliga dugnaligur tónleikari, og vit taka hetta sum ein heiður, at sleppa at kunna føroyingar og íslendingar um tónleikin hjá hvørjum øðrum, sigur Jógvan Hansen.
Fløgan ?Vinaløg? kemur út í Íslandi 12. Oktober, og nakrar dagar seinni verður hon eisini at fáa í Føroyum.